Krígsbrotsmannadómstólur í søguna

Krígsbrotsmannadómstólur í søguna
Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, er nú farin í søguna.
Mynd: Britannica  
 
23.12.2017 - 13:28

Dómstólurin hevði fundir í 10.800 dagar, 4.650 vitni vórðu avhoyrd, og hálv triðja millión síður av tilfari vórðu lisnar í rættinum.

Krígs-brotsmanna-dómstólurin varð stovnaður í 1993, og hann hevur dømt millum aðrar fyrrverandi leiðaran fyri bosnisku serbararnar, Radovan Karadzic, og fyrrverandi herleiðaran hjá bosnisku serbunum, Ratko Mladic, sekar í fólkadrápi og brotsverkum móti mannaættini.

Krígs-brotsmanna-dómstólurin viðgjørdi eisini rættarmálið móti fyrrverandi jugoslaviska forsetanum, Slobodan Milosovic, men hann doyði í fongsulsklivanum, áðrenn dómur varð sagdur.

Síðsta avgerðin í krígs-brotsmanna-dómstólinum varð tikin 29. november í ár, tá hann staðfesti dómin hjá fyrrverandi bosniska-kroatiska generalinum, Slobodan Praljak, um 20 ára fongsul. 

Dómurin vakti størri ans enn væntað, tí beint eftir, at hann varð sagdur, drakk Praljak eitur í rættinum, og fáar tímar seinni var hann deyður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371