Alilógin: serligar reglur fyri Suðuroynna

Alilógin: serligar reglur fyri Suðuroynna
Broytingarnar í alilógini vórðu lagdar fram í gjár. Har eru millum annað serligar reglur fyri Suðuroynna.
 
20.12.2017 - 10:33

Nógvar broytingar skulu gerast í alilógini, millum annað skulu serligar reglur vera fyri aling á Suðuroynni. 

Sambært uppskotinum skal laksur frá alibrúkum í Suðuroy kryvjast og verða virkaður í Suðuroynni.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur í kunngerð reglur um, hvussu hetta skal gerast.

Uppskot er eisini um, at eingin alari kann eiga meira enn 50% av aliloyvunum í Føroyum. 

Uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, er eisini um eigaramark, alifirðir, aliloyvi og útlendskan kapital. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109