- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratur vann í konservativa statinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0ada9552872bad5571c0c649f09636e7.png?itok=mXz42V0K)
Demokraturin, Doug Jones, hevur vunnið senatsvalið í amerikanska statinum Alabama.
Hann vann á republikanaranum, Roy Moore, og tað verður mett sum stórt afturstig fyri Donald Trump, forseta.
Tað er fyrstu ferð í 25 ár, at ein demokratur er valdur til senator í Alabama, sum vanliga er ein konservativur statur.
Republikanararnir varðveita kortini meirilutan í báðum tingdeildum í kongressini.
Roy Moore varð annars hildin at hava bestan kjans at vinna senatsvalið. Ætlanin var, at hann skuldi avloysa floksfelagan, Jeff Sessions, sum fyrr í ár varð tilnevndur løgmálaráðharri.
Tí varð neyðugt at hava senatsval í ótíð.
70 ára gamli Roy Moore er ein umstríddur persónur. Tvær ferðir er hann koyrdur frá sum hægstarættardómari í Alabama, og hann er eisini lagdur undir kynsligan ágang.