- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri lærarar geva ikki betri úrslit
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2016-12-06_at_20.06.17.png?itok=2mG1_Zc6)
Tað var í 2012, at stórtingið játtaði 1,5 milliardir krónur, so 600 fleiri lærarar kundu setast í starv frá 2013 til 2016 - og tað skuldi geva betri úrslit í skúlunum. Talan var um 166 skúlar.
Kanningin staðfestir, at átakið hevði lítla ella onga broyting við sær, sigur Lars Johannesen Kirkebøen, sum stóð á odda fyri eftirmetingini við norska kringvarpið.
Hóast úrslitið so bendir kanningin á, at pengarnir vórðu nýttir rætt - til matematik, norskt og enskt, men úrslitið varð ikki so gott, sum vónað.
Og hóast færri næmingar vóru í flokkunum, so gav tað ikki tað væntaða úrslitið. Ein orsøk var eftir øllum at døma, at lærararnir ikki dugdu at broyta framgangshátt, tá færri næmingar vóru, og kanska leggja undirvísingina øðrvísi til rættis.