Brexitavtalan ikki í hús enn

Brexitavtalan ikki í hús enn
Tá ES-nevndarformaðurin saman við bretska forsætisráðharranum kom av samráðingarfundinum seint í gjár var eingin avtala
 
05.12.2017 - 09:54

Enn er avtalan hjá Bretlandi við ES um brexit ikki avgreidd.

Tá ES-nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker, saman við bretska forsætisráðharranum, Theresu May, kom av samráðingarfundinum seint í gjár var eingin avtala.

- Vit hava gjørt stór framstig, men vit eru ikki samd um endaligu avtaluna í dag, segði ES-nevndarformaðurin.

Sambært Juncker nærkast partarnir tó á fleiri økjum. 

Bretskir fjølmiðlar skrivaðu í gjár, at serliga vóru framstig í málinum um markið millum NorðurÍrland og Írland, tá bretar endaliga fara úr ES. Men kortini eru tey ikki vorðin so samd, at tey kundu leggja fram endaliga avtalu í gjár.

Men Jean Claude Juncker er tó sannførdur um, at tað verður áðrenn toppfundin hálvan desember. 

Partarnir hittast skjótt aftur við samráðingarborðið, sigur Juncker. 

- Vit eru tilreiðar at taka samráðingarnar uppaftur seinni í vikuni, segði hann við fjølmiðlar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371