Theresa May á fund við Juncker

Theresa May á fund við Juncker
Bretski forsætisráðharrin skal í dag á fund við formannin í ES nevndini. Endamálið er at fáa gongd á samráðingar millum partarnar
 
04.12.2017 - 11:43

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, skal í dag á fund í Bruxelles við formannin í ES nevndini, Jean Claude Juncker. Endamálið við fundinum er at fáa veruliga gongd á samráðingarnar ímillum partarnar, nú Bretland ætlar sær úr samveldinum.

Roknað verður við, at May fer at leggja eitt ítøkiligt uppskot fyri formannin í ES nevndini, sum skal umrøðast á toppfundinum í ES, sum verður um 10 dagar.

Uppskotið skal seta út í kortið, hvussu partarnir kunnu samstarva á handilsøkinum í framtíðini.

Líkt er til, at partarnir eru samdir um, hvussu nógv Bretland skal rinda ES, tá landið fer úr samveldinum.

The Telegraph skrivar, at partarnir eru samdir um, at Bretland skal rinda millum 45 og 55 milliardir evrur, svarandi til 337 til 412 milliardir kr.

ES hevði kravt at gjaldið verður avgreitt, áðrenn tingingarnar kunnu halda fram.

Hildið verður, at Bretland vildi sleppa við at rinda 40 milliardir evrur, samstundis sum ES kravdi 60 milliardir evrur. Og tí eru partarnir samdir um nakað meir til Bretland at rinda, men ES fær ikki so nógv sum samveldið kravdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371