Landssjúkrahúsið slítur samstarv við skurðlækna

Landssjúkrahúsið slítur samstarv við skurðlækna
Samstarv verður meira og meira við stór sjúkrahús uttanlands
Kristján Skúli Ásgeirsson, skurðlækni. Myndin er á heimasíðuni Klíníkin Ármúla.
 
01.12.2017 - 13:25

Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum, Johan Jansson, váttar, at samstarvið við íslendska læknan, Krístján Skúla Ásgeirsson, heldur uppat sum frá líður.

Krístján Skúli Ásgeirsson er bróstskurðlækni og hevur viðgjørt nógvar kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.

Jan Jansson sigur, at Kristján Skúli Ásgeirsson heldur tó fram at viðgera teir sjúklingar, sum hann hevur her, til tann viðgerðin er liðug.

Jan Jansson sigur, at nú er gongdin tann, at Landssjúkrahúsið meira og meira hevur samstarv við stór universitetssjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst í Danmark, tí læknarnir gera seg meira og meira serkønar í ávísum parti av sjúkum.

Krístján Skúli Ásgeirsson hevur arbeitt fyri Landssjúkrahúsið í átta ár.

Hann hevur saman við øðrum læknum eina privata viðgerðarstovu í Reykjavík. 

Landssjúkrahúsið hevur kunnað Krabbameinsfelagið um støðuna.

Hjá Krabbameinsfelagnum ræður fyrst og fremst um, at sjúklingarnir fáa ein góða viðgerð og kenna seg tryggar, sigur forkvinnan í felagnum, Durita Tausen.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205