Næstan 1000 fólk heimleys í Grønlandi

Næstan 1000 fólk heimleys í Grønlandi
Landsstýrið í Grønlandi hevur spurt seg fyri hjá kommununum um heimleys, og eftir svarunum eru tilsamans 878 heimleysir borgarir í Grønland
 
29.11.2017 - 12:04

Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Sara Olsvig, í svari til landstings-kvinnuna, Aaja Chemnitz Larsen, sum spurdi um talið á heimleysum í Grønlandi.

Einki yvirlit er yvir heimleysar borgarar í Grønlandi, men landsstýrið hevur spurt seg fyri hjá kommununum.

Eftir svarunum hjá kommununum kemur fram, at tað eru tilsamans 878 heimleysir borgarar í Grønlandi. Flestu teirra eru í Kujalleq kommunu. 

Landsstýrið sigur tó, at fyrivarni má takast fyri, at kommunurnar meta ymiskt um, hvat tað er at vera heimleysur.

Sara Olsvig, landastýriskvinna, sigur, at hon saman við kommununum, granskarum og felagsskapum fer at umrøða, hvørji átøk skulu gerast fyri at fyribyrgja, at fólk gerast heimleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371