Landsstýriskvinna tekur borgarstjóra upp á orðið

Landsstýriskvinna tekur borgarstjóra upp á orðið
Tá hóskandi høli eru klár, verður søkt eftir kommunulækna til Havnina
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at søkt verður eftir fýra kommunulæknum til Havnina.
 
28.11.2017 - 07:49

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tekur Anniku Olsen, borgarstjóra, upp á orðið, tá hon sigur, at kommunan fer at útvega kommunulæknum í Havn betri høli.

Søkt er eftir trimum kommunulæknum til Havnina. Umsóknarfreistin er til fríggjadagin, 1.desember.  

Og so sigur Sirið Stenberg, at í 2018 verður økið eftir ætlan aftur raðfest, tá ein kommunulækni afturat fer at verða settur í starv í Tórshavn. 

Hetta starvið verður lýst leyst, so skjótt sum kommunan hevur útvegað hóskandi høli til nýggja læknan.

Sirið Stenberg og Annika Olsen hava havt fund um kommunulæknaviðurskiftini í høvðusstaðnum.

Ov nógv at gera

Tað er striltið at fáa kommunulæknar í Havn, tí hvør teirra hevur ov nógv fólk at røkja. 

Harafturat eru læknar ikki nøgdir við viðtaluhølini, sum kommunan bjóðar teimum. 

Men hetta verður fingið í lag, lovar borgarstjórin.

225 fólk í Havn hava ongan kommunulækna. 

Heilsutrygd arbeiðir við at loysa hetta. 

Í teimum viðtalum, har sum eingin kommunulækni er í føstum starvi, verða avloysarar fingnir. ​


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948