VEKS drálaði óneyðuga leingi við at gjalda

VEKS drálaði óneyðuga leingi við at gjalda
VEKS hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at rætta seg eftir einari avgerð hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum
Løgtingsins umboðsmaður gevur VEKS samstarvinum átalu fyri drál og fyri ikki at svara nóg skjótt.
 
15.11.2017 - 13:00

VEKS er samstarvið millum kommunurnar Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sund um eldrarøkt og heimatænastu.

VEKS sýtti einum manni samsýning fyri at ansa konu síni heima við teirri grundgeving, at konan fekk heimahjálp. 

Tað helt Kærunevndin var skeivt og avgjørdi, at maðurin hevur rætt til ansingarsamsýning, 60.000 kr. um árið.

Bíðaði alt ov leingi

Men maðurin fekk ikki samsýningina frá VEKS fyrr enn slakar fimm mánaðir eftir, at kærunevndin tók avgerðina.

Málið varð bæði sent umboðsmanninum og Føroya rætti.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at VEKS hevði skyldu til at lata samsýningina uttan óneyðugt drál.

VEKS fær eina átalu fyri handfaringina, eisini, tí VEKS brúkti meira enn tveir mánaðir at senda umboðsmanninum skjølini í málinum og tað var eftir tvær áminningar.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948