- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðin um rottutýning kemur nú í november
Kunngerðin um at fyribyrgja og týna rottu kemur nú í november.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
Hann spurdi tann 19.oktober, hvar kunngerðin um rottutýning bleiv av.
Hon varð send til hoyringar 26.mai, og hoyringarfreistin var til 23.juni.
Síðani hevur einki verið at frætta frá Heilsu- og innlendismálaráðnum um kunngerðina, sigur Helgi Abrahamsen.
Landsstýriskvinnan svarar stutt, at kunngerðin er um at verða klár, og hon verður lýst nú í november.
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Kommunurnar eiga ábyrgdina
Tað skal framvegis áliggja kommununum at týna rottu, bæði í bygdum øki og óbygdum øki og á sjónum.
Men ein og hvør, sum varnast rottu, skal alt fyri eitt boða kommunustýrinum frá.
Sambært uppskotinum um kunngerðina skal Umhvørvisstovan samskipa fyribyrging og rottutýning. Hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti.
Ikki rotta í 11 oyggjum
Kunngerðin, sum nú er á veg, kemur í staðin fyri galdandi kunngerð, sum er frá 1962.
Rotta er verri enn so í øllum Føroyum. Hon er ikki í 11 oyggjum.
Hon er ikki í Fugloynni, Svínoynni, Kalsoynni, Nólsoynni, Hesti, Koltri, Sandoynni, Mykinesi, Skúvoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun og í Mykineshólmi, Trøllhøvda, Tindhólmi og Gáshólmi.