- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri reglur um dóping eru á veg men ikki enn
Arbeitt verður við at gera reglur um dópingareftirlit í Føroyum.
Men arbeiðið er komið ov stutt áleiðis til at longu nú kann sigast, hvat spyrst burturúr tí.
Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og ÍSF hava havt nakrar fundir um málið.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at tað verður ikki í hesari tingsetuni, at lógaruppskot um dópingeftirlit kemur.
Føroyar hava bara eina lóg frá 2004, sum sigur, hvørji dópingarevni eru forboðin í Føroyum.
Ikki bara ÍSF
Formaðurin í anti-dópingarnevndini í Føroyum, Jarvin Feilberg, segði fyrr í vikuni, at dópingarmyndugleikarnir eiga at fáa atgongd til allar venjingarmiðstøðir í Føroyum og allar kappingar, sum verða fyriskipaðar.
Í dag kunnu dópingarmyndugleikarnir ikki taka royndir á venjingarmiðstøðum og í sambandi við kappingar, um talan er um ítróttargreinar, sum ikki eru limir í Ítróttasambandi Føroya.
Tá talan er um ítróttagreinar uttan fyri ÍSF, kann dópingareftirlitið bara gera kanningar, um venjingarmiðstøðirnar ella kappingarfyrireikararnir biðja um tað.
Aðalstjórin í Mentamálaráðnum sigur, at dópingin er raðfest í landsstýrinum, eisini politiskt. Men hvussu umfatandi eftirlitið verður, ber ikki til at siga enn.