- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blóðtynnandi hjálpir ímóti demens
Blóðtynnandi heilivágurin hjálpir ikki bert ímóti hjartaflimri, men líka nógv ímóti demensi, sigur Mårten Rosenqvist, professari í einum tíðindaskrivi.
Kanningin sum varð gjørd Danderyd sjúkrahúsinum frá 2006 til 2014, fevndi um 440.000 fólk sum vóru skrásett har.
Kanningin vísti, at av teimum sum tóku blóðtynnandi heilivág frá tí at kanningin byrjaði, høvdu 29 prosent lægri møguleika fyri at gerast dement. Og hjá teimum sum hildu fram við at brúka blóðtynnandi heilivágin, minkaði møguleikin fyri demensi við 48 prosentum.
Jú fyrr, jú betri
Kanningin vísti, at tess fyrr tey sum høvdu hjartaflimmur, byrjaðu at taka heilivágin, størri var møguleikin fyri at verja tey ímóti demens, og kanningin vísti eisini, at tey sum hava hjartaflimmur, ikki mugu gevast við heilivágnum ov skjótt.
Kanningin varð almannakunngjørd mikudagin, og hevur longu fingið drúgva umrøðu kring heimin, skrivar svenska tíðindastovan, TT.
77.000 fólk í Noreg eru dement, og roknað verður við, at talið fer at tvífaldast til 2040, sambært norsku heilsumundugleikunum.
Tað eru fleiri sjúkur og skaðar í heilanum sum kunnu hava demens við sær. Alzheimers sjúkan er tann mest kenda.
Bestu dømini um demens eru ringt minni, trupulleikar við at tosa og trupulleikar við virksemi í gerandisdegnum. Summi fólk broytast eisini nógv.