Abe sleppur eftir øllum at døma at halda fram

Abe sleppur eftir øllum at døma at halda fram
Val er í Japan í dag. Og veljarakanningarnar siga, at Shinzo Abe sleppur at halda fram sum forsætisráðharri.
 
22.10.2017 - 13:39

Sum forsætisráðharri skrivaði hann út val eitt ár fyri, at valskeiðið var úti.

Orsøkin var helst, at hann fekk størri undirtøku í landinum, ikki minst í kjalarvørrinum av kreppuni við Norðurkorea.

Sjálvt um hansara politisku mótstøðufólk hava ákært Abe fyri óreiðiligan vina- og kenningapolitikk, so stendur hann seg væl í veljarakanningunum.

Samstarvar við Trump

Tað hevur eisini vakt ans, at Abe og amerikanski forsetin Donald Trump er farnir at samstarva.

Abe var tann fyrsti forsætisráðharrin, sum var á vitjan hjá Donald Trump eftir forsetavalið í USA í fjør.

Japan og USA hava samstarvað síðan annan heimsbardaga, men undir valstríðnum segði Trump, at Japan skuldi rinda meira fyri teir 45 túsund amerikansku hermenninar, sum eru í Japan.

Sjálvt um veljarakanningarnar vísa, at Abe sleppur at halda fram sum forsætisráðharri, so er ivasamt, um flokkurin hjá honum, Liberal-demokratarnir, megnar at varðveita sín trivaliga meiriluta í undirhúsinum.

Um ikki, so verður roknað við, at tað verður truplari hjá Abe at broyta grundlógina í Japan.

Forsætisráðharrin vil, at Japan fær eitt hernaðarvald, sum kann vera við í altjóða álopum, og ikki bara sum nú, at hernaðarvaldið skal verja Japan ímóti ágangi frá útheiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109