- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru byrjað uppá H-bygningin á Landssjúkrahúsinum
Eru byrjað uppá H-bygningin á Landssjúkrahúsinum
Arbeiðið at stoypa nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum er byrjað, upplýsir Landssjúkrahúsið á síni heimasíðu.

23.09.2017 - 09:49
Løgtingið samtykti í vár at játta pening til parkeringskjallara á niðastu hædd í nýggja bygninginum. Tað kravdi meira spreingiarbeiði, men nú verður farið til næsta byggistig.
50 parkeringspláss verða í nýggja parkeringskjallaranum.
92 seingjarpláss verða í H-bygninginum. Av teimum eru 28 til psykiatriskar sjúklingar.
Sostatt fara sjúklingar við sálarligum og kropsligum trupulleikum at fáa viðgerð í sama umhvørvi.
Í nýggja bygninginum verða eisini tríggjar føðistovur, tvær nýggjar háisolatiónsstovur, høvuðskøkur og kantina.
Gongst sum ætlað, verður nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum liðugur at taka í nýtslu í februar í 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV