- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunal samstørv skulu ikki sleppa so lætt
Uppskotið um, at Kommunala eftirlitið skal eisini hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum, er komið aftur í tingið.
Uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, datt burtur í farnu tingsetu,
Uppskotið um lógarbroytingina kom eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015.
Fekk einki gjørt
Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur sum er onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum.
Innlendismálaráðið, har sum Kommunala eftirlitið, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi.