- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll í trimum oyggjum fingu part av 19 hvølum
Øll í trimum oyggjum fingu part av 19 hvølum
Grindin í Húsavík var lítil, men hon varð kortini býtt í heimapartar. Sýslumaðurin og grindaformenninir søgdu frá sær sjálvskrivaða partin

19 hval doyðu í Húsavík í gjár.
23.08.2017 - 11:22
Grindin, sum doyði í Húsavík í gjár, er býtt millum øll, sum búgva í Sandoynni, Skúgvoynni og Dímun.
Tey 1313 fólkini fáa tí bara 0,086 skinn í part, tí grindin var bara 19 hval.
Men eru nógv fólk í húsi, ger tað mun hóast alt.
Sýslumaðurin, grindaformenninir og onnur, sum plaga at fáa burtur av, tá grind er, søgdu tann rættin frá sær í gjár, so meira var at býta millum fólk, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Tænastan er góð, kommunurnar átóku sær at fáa fólk at skera upp og koyra grindapartin til dyrnar hjá øllum.
Grindin varð sædd úr Skálavík seinnapartin í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV