Danmark hevur eisini innflutt eitrað egg

Danmark hevur eisini innflutt eitrað egg
Kanningar vísa, at milliónir av eggum úr Belgia og Hollandi hava spor av eiturevninum fipronil í sær.
Eggini eru innflutt frá belgiskum veitara
 
11.08.2017 - 08:55

Eini 20 tons av eggum, sum eru eitrað við evninum fipronil, eru seld í Danmark.

Tað sigur matvørustýrið á heimasíðuni.

Í fyrstu atløgu vildi stýrið vera við, at eggjagølan fevndi ikki um Danmark. Men nú boðar matvørustýrið frá, at eini 20 tons av dálkaðum eggum eru seld í Danmark.

Kókað og flust egg

Talan er um kókað og flust egg, sum Danæg Products hevur innflutt frá einum belgiskum undirveitara.

Eggini eru fyrst og fremst seld kantinum, kaffistovum og matveitingum. Eggini eru neyvan - ella bara í heilt lítlan mun - seld í handlum.

Kanningar vísa, at milliónir av eggum úr Belgia og Hollandi hava spor av eiturevninum fipronil í sær. Talan er tó ikki um so stórar nøgdir, at tað er heilsuskaðiligt, men eggini skulu kortini beinast burtur.

Matvørukommisserurin í ES, Vytens Andriu-kai-tis, hevur kallað inn til kreppufund um eitraðu eggini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947