Eykajáttanarlógin komin aftur í tingið

Eykajáttanarlógin komin aftur í tingið
Peningurin fer til mál, sum hava skund, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Uppskotið hjá Kristinu Háfoss um eykajáttan er nógv broytt
 
02.08.2017 - 15:49

Eykajáttanarlógin, sum datt burtur í síðstu tingsetu, er komin aftur í løgtingið, men uppskotið er nógv broytt.

Hallið í uppskotinum er 3,2 mió. kr., sum fara til bráðfeingis ábøtur og at seta upp mastur á Sornfelli og til FM-sendara á Húsareyni. 
 
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at talan er um eykajáttanir, sum hava skund. 

Fróðskaparsetrið og Dugni

Tí játtanirnar hava ávirkan á, hvussu nógvir lærarar kunnu setast í starv, og hvussu nógvir næmingar kunnu takast upp nú í august.

Játtanin til Fróðskaparsetrið hækkar 900.000 kr. og til Dugna 200.000 kr. til læraralønir. 

Harafturat eru 2,2 mió. kr. til trivnaðartænastur, tí nýggir brúkarar hava átroðkandi brúk fyri st koma inn í skipanina. 

Um játtanin ikki kemur nú í august, kann tað gera, at færri stuðulstímar kunnu latast øðrum brúkarum í august. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109