60 uppskot um Hoydalar

60 uppskot um Hoydalar
Uppskotini fevna um alt frá barnaheimi og bústøðum, til frítíðarvirksemi og náttúruupplivingar
 
02.08.2017 - 17:20

Mentamálaráðið hevur fingið 60 ymisk uppskot um, hvat bygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, tá studentaskúlin flytiu í nýggja skúladepilin í Marknagili.

Í vár heitti Mentamálaráðið á almenningin um at koma við uppskotum.

Uppskotini skuldu vera ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt, og kemur flestum borgarum til gagns. Mentamálaráðið setti sum krav, at verkætlanarlýsing og fíggingarleistur skuldu fylgja við uppskotunum.

Tað eru tó ikki øll, sum hava latið fíggingarleist inn saman við uppskotinum.

Barnaheim og kaffistovur

Sambært tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum eru uppskotini rættiliga ymisk og fjølbroytt.

Skotið verður millum annað upp at brúka Hoydalar til barnaheim, bústaðir,  ellis- & røktarheim, heilsubótardepil, psykiatriskt og sosialt viðgerðarstað, hospice, uppvenjing og hvíldarheim.

Eisini eru uppskot um at brúka Hoydalar til gistingar og matstovuvirksemi, handlar, kaffistovur, ítróttarvirksemi, frítíðaraktivitetir og náttúruupplivingar.

Harumframt eru uppskot um at brúka Hoydalar til listamiðstøð, ella til skúla og undirvísing av ymsum slag.

Mentamálaráðið fer nú at viðgera uppskotini nærri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109