Karina vann fyrsta heiðursmerkið

bannari
Karina vann fyrsta heiðursmerkið
Karina Ottosen hevur vunnið fyrsta føroyska heiðursmerkið á hesum oyggjaleikunum. Hon hevur vunnið silvur í triathlon
Karina Ottosen hálsfevnir kappingarneyta sín úr Jersey
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
25.06.2017 - 13:11
170625_KARINA

Tað er nógvur vindur í Visby í Gotlandi í dag, og tað hevur ávirkað triathlon-kappingina eitt sindur.

Vanliga er kappingin soleiðis, at íðkararnir svimja 1.500 metrar, súkkla 40 kilometrar og renna 10 kilometrar. Men í dag var neyðugt at stytta svimjiteinin niður í 400 metrar vegna vind og aldur. 

Karina Ottosen var fimti íðkari upp úr sjónum, men tá súkklingin var liðug, lá hon bert ein góðan hálvan minutt aftan fyri triatletin úr Jersey á fyrsta plássi.

Hendan støðan helt sær, og tá teir 10 kilometrarnir vóru runnir, kom Jersey fyrst á mál, og síðani Karina Ottosen á øðrum plássi. Og fyrsta føroyska heiðursmerkið á hesum leikunum var veruleiki. 

Silvur í liðkappingini

Tá triathlon kappingin var av, varð eisini greitt, at Føroyar vunnu eisini silvur í liðkappingini hjá kvinnum í triathlon, tí samlaða avrikið hjá Karinu Ottosen og Onnu Lisu Møss rakk til eitt annað pláss í triathlon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209