- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vøkstur á nøkrum farleiðum
Alsamt fleiri ferðafólk sigla við Teistanum, Ternuni og Sam. Tað vísa tøl frá Strandferðsluni fyri fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Góð 58.000 ferðafólk fóru við Teistanum um Skopunarfjørð fyrsta ársfjóðring í ár, sløk 1.600 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Við Ternuni um Nólsoyarfjørð sigldu góð 26.000 fólk fyrsta ársfjórðing í ár, tað eru góð 600 fleiri enn fyrsta ársfjórðing í 2016.
Minking á Suðuroyarleiðini
Eisini á Kalsoyarleiðini veksur ferðafólkatalið. Fyrsta ársfjórðing í ár sigldu góð 11.700 fólk við Sam um Kalsoyarfjørð, tað eru 1.200 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Hinvegin er afturgongd í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni við Suðuroyarleiðini, Skúvoyarleiðini og Fugloyar-og Svínoyarleiðini.
900 ferðafólk færri sigldu um Suðuroyarfjørð, á Skúvoyarleiðini vóru 300 ferðafólk færri og á Fugloyar- og Svínoyarleiðini vóru 250 færri ferðafólk, vísa hagtøl hjá Strandferðsluni.