Landsstýriskvinnan vísir atfinningum aftur

Landsstýriskvinnan vísir atfinningum aftur
Tað er ikki rætt at siga, at flestu landsroyndirnar í fólkaskúlanum eru miseydnaðar, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum
Seinastu trý árini eru bara tríggjar av stívliga 300 royndum fullkomiliga miseydnaðar, tíggju aðrar hava verið avbjóðingar, men annars er gingið væl, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna
 
16.05.2017 - 12:16

Seinastu trý árini eru bara tríggjar av stívliga 300 royndum fullkomiliga miseydnaðar, tíggju aðrar hava verið avbjóðingar, men annars er gingið væl.

95 prosent av royndunum eru avgreiddar uttan trupulleikar, og eitt prosent eru avlýstar. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum spurdi um landsroyndirnar.

SÍ EISINI Landsroyndin í ár er avlýst

Próvstovan fer nú at kanna, hvussu talgildar royndir kunnu skipast í framtíðini, har sum serlig atlit skulu takast til tænastuveitingarnar. 

Endamálið er at útveita tekniska partin, so Próvstovan skal hugsa um innihald og ikki um tøkni. Tað besta er, at Próvstovan fær ein heildarveitara av software og hardware, svarar Rigmor Dam. 

Próvstovan hevur skipað arbeiðið við at menna og dagføra skipanina soleiðis, at tillagingar bara kunnu gerast til venjingar ella undanroyndir. 

SÍ EISINI Aftur til pappír og blýant

Men í vár miseydnaðist landsroyndin. Orsøkin var knýtt at skipanini og tænastuveitingini í sambandi við skipanina. 

Í sambandi við ávegis royndarhald í januar og februar vóru líknandi avbjóðingar. Tá fekk Próvstovan tilmæli um tillagingar frá veitarunum. 

Allar hesar tillagingar vórðu gjørdar og fylgdar, men kortini miseydnaðist Landsroyndin 2017. 

SÍ EISINI - Hetta er ikki nøktandi

Rigmor Dam sigur, at boð eru givin um at steðga við talgildu royndunum til tøknin er før fyri at veita tann tryggleika, sum ger, at royndirnar kunnu gjøgnumførast á fullgóðan hátt. 

Bill Justinussen spurdi eisini, um KT, kunningartøknin, í sambandi við landsroyndirnar er boðin alment út. 

Rigmor Dam svarar, at skipanin er ikki boðin út. Hon er vald eftir tilmæli frá einum verkætlanarbólki, sum Mentamálaráðið setti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008