Broytingaruppskot útsett

Broytingaruppskot útsett
Uppskotið um at broyta alilógina verður ikki lagt fram áðrenn Løgtingið fer í summarfrí í næstu viku
Tað verður ikki í hesari tingsetuni, at uppskotið um at broyta alilógina í føroyhum verður lagt fyri tingið. tíðin er ov knøpp
 
05.05.2017 - 08:34

Tíðin gerst ov stutt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Men uppskotið verður kortini sent til hoyringar í næstum, og so lagt fram í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku.

Áður hevur verið frammi, at uppskotið, um at broyta alilógina, leggur upp til at lækka talið av aliloyvum. Sambært álmanakkanum hjá Løgtinginum fer løgtingið í summarfrí hósdagin 11. mai.

Men Løgtingið verður kallað saman aftur í summar, fyri at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan, hevur løgtingsformaðurin sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109