Viðgera játtanarkarmarnar í dag

Viðgera játtanarkarmarnar í dag
Landsstýrið væntar, at avlopið í 2018 verður 330 milliónir kr., og tað veksur upp í 455 milliónir kr. næstu árini
 
05.04.2017 - 08:06

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um játtanarkarmarnar næstu fimm árini.

Tølini eru sera góð, segði landsstýriskvinnan, tá hon legði karmarnar fram fríggjadagin.

Landsstýrið væntar, at avlopið í 2018 verður 330 milliónir kr., og tað veksur upp í 455 milliónir kr. næstu árini.

Íløgurnar verður millum 330 og 470 milliónir krónur.

Raksturin veksur 1,5 prosent

Rakstrarútreiðslurnar næsta ár hækka hálvt annað prosent samanborið við í ár, men tá eru lønarhækkingar ikki íroknaðar.

Kristina Háfoss væntar, at inntøkurnar vaksa fimm prosent næsta ár.

Rakstrarúrslitið fyri 2016 verður væntandi 153 milliónir kr. 

Andstøðuflokkarnir eru tó ikki so jaligir. Teir finnast at millum annað raðfestingunum í kørmunum og búskaparpolitikkinum hjá landsstýrinum yvirhøvur. 

Tingfundurin í dag byrjar kl.10.00. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109