Vilja bøta um heilsustøðuna hjá føroyskum monnum

Vilja bøta um heilsustøðuna hjá føroyskum monnum
Tveir tingmenn skjóta upp, at heilsuverkið fer út at kanna menn heldur enn at teir sjálvir skulu vitja heilsuverkið
Jóan Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin hava lagt lógaruppskot fram um, at eindir í heilsuverkinum skulu fara út til menn at kanna teirra heilsustøðu
 
08.03.2017 - 13:21

Jóan Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, hava lagt lógaruppskot fram um, at eindir í heilsuverkinum skulu fara út til menn at kanna teirra heilsustøðu, tí menn ikki í nóg stóran mun sjálvir fara til lækna at lata seg kanna.

Teir báðir tingmenninir vísa á, at menn í miðal liva fleiri ár styttri enn kvinnur, og at teir eisini í minni mun enn kvinnur ganga til lækna.

Kann fyribyrgja álvarsamum sjúkum

- Tí kunnu teir ganga við álvarsligum sjúkum uttan at vita tað, siga tingmenninir í viðmerking til lógaruppskotið.

Endamálið við uppskotinum er at skapa betri møguleikar hjá monnum at verða kannaðir og fáa hjálp, áðrenn neyðugt verður at verða innlagdur á sjúkrahús við álvarsamari sjúku, sum kundi verið fyribyrgd ella viðgjørd, áðrenn hon gjørdist álvarsom. 

- Tað kann tykjast løgið, at uppskotið bert vendir sær til menn, men hetta er tí, at tørvurin er størstur hjá monnum, siga tingmenninir hjá Miðflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947