- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera uppskot um hækkaðan botnfrádrátt
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at heimila kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur eins og gjørt er í landskattinum.
Fólkaflokkurin sigur, at tá flatskatturin varð settur í í gildi, hækkaði botnfrádrátturin í landsskattinum úr 30.000 upp í 65.000 kr. Tað hevði við sær, at inntøkur undir 65.000 krónur rinda ikki landsskatt.
SÍ EISINI Vilja hækka botnfrádráttin
Men botnfrádrátturin í kommunuskattinum er óbroyttur. Lægstu inntøkurnar rinda bara kommunuskatt, og tí hava hesar inntøkur ongan bata fingið, sigur Fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin sigur, at hækka allar kommunurnar botnfrádráttin 1.000 kr., vísir ein meting, at tað fer at kosta kommununum átta millónir kr. í mistum inntøkum um árið.
Skotið verður upp, at lógarbroytingin skal koma í gildi 1. januar 2018.