- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átala framferð hjá løgtingsmanni
Føroyar Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgen Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum.
Tað boða tey feløgini frá í tíðindaskrivi í dag, eftir at Jørgen Niclasen hevur sagt, at landsstýrið eigur at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá feløgunum
Jørgen Niclasen sigur í einum uppskoti, at landsstýrið eigur at gera neyðugar lógarbroytingar, sum tryggja, at lærarar og námsfrøðingar, sum eru settir sum tænastumenn, fáa møguleika eins og aðrir tænastumenn at arbeiða, eftir at teir eru fyltir 67 ár.
Fráboðanin hjá feløgunum
"Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag.
Sambært § 26 í løgtingslóg um tænastumenn er fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum ásettur sambært semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið.
Tað er tí beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin.
Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum sigur í einum uppskot til samtyktar, at nærum øll í almennum starvi hava rætt at arbeiða, til tey eru 70 ár. Eftir tað kunnu tey fáa møguleika at arbeiða tvey ár í senn, um persónurin ella stovnurin vilja tað.
Aldur avger ikki førleikarnar, og sjálvandi skulu lærarar og námsfrøðingar hava sama møguleika sum onnur í almennum starvi, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til uppskotið."