- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið fær eisini ágóðan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dok01129._1014.jpg?itok=_jtpyg7O)
Bakkafrost ætlar at geva sínum partaeigarum 425 milliónir krónur, og BankNordik ætla at geva sínum eigarum 300 milliónir.
Teirra millum er landstýrið, sum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992 framvegis eigur ein triðing av bankanum. Landið fær tí 100 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik.
Landið fær minst 319 mió.
Harafturat skal skattur rindast av vínningsbýti, kapitalvinningsskattur. Hann er 35 prosent.
35 prosent av 725 milliónum krónum eru slakar 254 milliónir krónur. Tað er, um landið eisini fær kapitalvinningsskatt frá Fíggingargrunninum.
Annars eru 35 prosent av 625 milliónum slakar 219 milliónir. So í minsta lagi fær landið 319 milliónir burtur úr stóra vinningsbýtinum hjá Bakkafrosti og BankNordik.