- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa aftur at gera tunnil
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavn1.jpg?itok=zsuL7RFO)
Fyribils verður sagt, at hann kostar 80.000 krónur meturin. Ikki verður sagt, hvussu langur tunnilin verður. Uppskotið kemur frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn.
Hon hevur sett fólk at kanna og koma við uppskoti um eina tunnilslinju av Hvítanesi til Krákugjáar, møguliga heilt til Hotel Føroyar.
Eitt boð kemur helst í næstu viku. Annika Olsen heldur, at ein slíkur tunnil verður neyvan dýrari enn ætlaða vegargerðin.
Kostnaðarmeting í næstu viku
Uppskotið er lagt fyri landsstýrið, og tað verður eisini lagt fyri býráðið at umrøða og taka støðu til. Tekningar og kostnaðarmeting koma helst í næstu viku.
Fyrst í oktober í fjør gjørdu Tórshavnar býráð og Samferðslumálaráðið annars semju um innkomuvegin til Havnar.
Og býráðið samtykti at fyrireika útbyggingina av vegakervinum í økinum, har sum innkomuvegurin skuldi gerast sambært semjuni við landsstýrið.
27 milliónir longu sett av
Kjakast hevur verið í mong ár, um hvar og hvussu innkomuvegurin til Havnar skal gerast. Okkurt er longu gjørt. Millum annað hevur ein brúgv staðið í hálvum gekki ovarliga á Sundsvegnum í nógv ár.
Í oktober í fjør varð sagt, at landið fyrireikaði arbeiðið at gera innkomuvegin, og hevur sett av 27 milliónir krónur til arbeiðið, sum skuldi byrja í ár.
Eftir ætlan skal nýggi innkomuvegurin verða liðugur, tá Eysturoyartunnilin er liðugur.