- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átala stuttar hoyringarfreistir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_0.png?itok=6KP57wh0)
- Endamálið er bara at billa fólk inn, at hetta er fólkaræði.
Kommunufelagið er bersøgið, nú felagið enn eina ferð ilskast inn á alt ov stuttu hoyringarfreistirnar hjá landsstýrinum.
Hoyring er týðandi táttur í okkara fólkaræði. Men at senda uppskot til hoyringar, uttan at geva hoyringarpørtunum veruligar møguleikar at svara, er høpisleyst.
Hoyringarfreistir bara eitt eiti
Tá er hoyringin innantóm, bara eitt eiti, ið skal síggja út sum fólkaræði, sigur Kommunufelagið í svari til Heilsu- og innlendismálaráðið.
Og tað er ikki av ongum, at Kommunufelagið sigur so. Felagið fekk eitt lógaruppskot til hoyringar klokkan 23:40 fríggjakvøld. Freistin at svara var næsta hósdag.
Við øðrum orðum hevði felagið tríggjar yrkadagar at avgreiða hoyringina. Hoyringarskrivið skal fáast út til kommunurnar, viðkomandi fakfólk í kommununum skulu lesa og viðmerkja uppskotið, sum tey so skulu senda felagnum aftur.
Skal góðkennast politiskt
Síðani skal Kommunufelagið seta saman neyðuga hoyringarskrivið, sum eisini skal góðkennast politiskt í felagnum.
Hetta ber snøgt sagt ikki til, sigur Kommunufelagið. Felagið mælir aftur til, at hoyringarfreistirnar í minsta lagi eru seks vikur.
Fyri tveimum vikum síðani fýltust Føroya Arbeiðsgevarafelag, Ráðgevarafelagið og Føroya handverksmeistarafelag eisini á, at lógaruppskot, sum tey fáa til hoyringar, høvdu ov alt stutta freist.
Freistin ikki skerjast
Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at hoyringarfreistin eigur at vera fýra vikur.
Lógartænastan sigur, at hendan freistin, fýra vikur, eigur ikki at verða skerd, uttan so tað er átrokandi neyðugt.
Lógartænastan heitir staðiliga á landsstýrið um at leggja fyrireikingararbeiðið við lógaruppskotum soleiðis til rættis, at tey, sum skulu hoyrast, fáa fýra vikur til tess.