- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læt ikki roknskapin inn rættstundis
Fíggjarnevndin heldur, at tað má vera uppgávan hjá landsstýrismanninum í búnaðarmálum at tryggja, at Búnaðargrunnurin heldur landsins lógir.
Nevndin hevur viðgjørt uppskotið frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna roknskapin hjá Búnaðargrunninum fyri 2015.
Løgtingsgrannskoðararnir átala fleiri viðurskifti hjá grunninum, m.a. at rokanskapurin varð ikki latin inn rættstundis, so hann kundi verða tikin við í landsroknskapin fyri 2015.
Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at tryggja, at lógin verður hildin.
Játta til sín sjálvs
Nevndin er samd við løgtingsgrannskoðararnar, sum vísa á, at tað er skeivt, at umsitarar av almennum pengum kunnu játta til sjálvs. Tí eigur hægri myndugleiki altíð at góðkenna samsýningarnar.
Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrið sum skjótast má gera greitt, at hetta eru treytirnar fyri at umsita almennan pening.
Fíggjarnevndin hevur somu sjónarmið í álitinum til uppskotið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2015.
Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at alt er ikki í lagi í sambandi við íløgujáttanir, og fíggjarnevndin hevur tíðum gjørt skiftandi landsstýrisfólk varug við, at reglurnar um íløgujáttanir og verklagslógir verða ikki hildnar.
Landsstýrisfólk hava givið fíggjarnevndini tilsøgn um at fáa bøtt hesi viðurskftini, men enn er einki hent.
Fíggjarnevndin heldur, at løgmaður átti at tikið hesi viðurskifti við í sína tíðarætlan um mál, sum hava skund.