- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herstøðirnar kanska áhugaverdar aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mjorkadalur.png?itok=57vxSvLb)
Londini í Útnorðri fara ivaleyst at fáa geopolitiskar fyrispurningar, nú støðan í heiminum er broytt. Geopolitikkur er sambandið millum politikkin hjá londunum og landafrøðina.
Løgtingið fer á tingdungi klokkan 13:30 í dag at viðgera áheitan frá Útnorðurráðnum um at skipa fyri ráðstevnu um støðu landanna til nýggja geopolitiska veruleikan.
Kina áhuga í Útnorðri
Millum annað Kina hevur vaksandi áhuga fyri londunum í Útnorðri. Og flóttafólkastreymurin kemur eisini norðureftir.
Útnorður er ikki longur tann útjaðari, sum londini trý gjørdust eftir at kalda kríggið helt uppat.
Men nú er aftur kólnað millum NATO og Russland. Hetta fer at skumpa Føroyar, Ísland og Grønland inn aftur á geopolitiska pallin, sigur Útnorðurráðið.
Søktu um at fáa eygleiðara
Útnorðurráðið vil eisini hava landsstýrini og stjórnina at stuðla umsóknini hjá Útnorðurráðnum um at fáa eygleiðara í Arktiska ráðið.
Útnorðurráðið søkti í 2014 um at fáa eygleiðara. Men Arktiska ráðið hevur ikki viðgjørt umsóknina enn.
Útnorðurráðið vil eisini hava landsstýrini og stjórnina at gera frágreiðing um, hvussu til ber at stovna eftirskúlar í teimum trimum londunum, eftirskúlar fyri 14 til 17 ára gomul í Útnorðri.