- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil áhugi fyri leiðarastarvi
Lítil áhugi fyri leiðarastarvi
Ov fáar umsóknir vóru til starvið sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu. Kommunan fer tí at lýsa starvið leyst av nýggjum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klaksvik_2.jpg?itok=iLttFyNj)
08.02.2017 - 13:41
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við Norðlýsið.
Evsta mark, at søkja starvið sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu, var úti á middegi mánadagin, men tá hevði kommunan bara fingið fýra umsóknir.
Tekniski stjórin er næsti ráðgevi hjá teknisku nevnd, umhvørvis- og býarskipanarnevndini, borgarstjóranum og kommunustjóranum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV