- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða enn eftir svari
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_0.png?itok=6KP57wh0)
Landsstýrið hevur ikki fingið svar enn upp á umsóknina um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu.
Samdur við løgtingskvinnu
Annita á Fríðriksmørk spurdi um uttanríkispolitisku støðuna hjá Føroyum, millum annað um limaskapin í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum. Hon spurdi eisini um uttanríkispolitisku heimildarlógina frá 2005.
Poul Michelsen er samdur við løgtingskvinnuna, tá hon sigur, at hendan lógin er orsøkin til, at føroyski uttanríkispolitikkurin er endaður har, hann er nú.
Í føroyska uttanríkispolitiska arbeiðinum eru fatanin og tulkingin, sum danir leggja í uttanríkispolitisku lógina, forðingin fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugar avtalur við alheimin og limaskapir í millumtjóða felagsskapum.
Vilja endurskoða lógina
Neyðugt verður at broyta hesa fatan og finna loysnir, sum gera, at Føroyar uttanríkispolitiskt kunnu virka sjálvstøðugar. Hesum hevur landsstýrið boðað donsku stjórnini frá.
Poul Michelsen sigur, at landsstýrið vil endurskoða og broyta uttanríkispolitisku lógina, sum ikki er ein heimildarlóg sum danir siga, at hon er.
Løgtingið samtykti lógina sum avtalu millum tveir javnbjóðis partar. Danska stjórnin sigur, at Danmark, Føroyar og Grønland eru eitt ríki, og tí er bara ein avtala við onnur lond galdandi fyri ríkið.