MÚ: Trolarar fáa fyrimun

MÚ: Trolarar fáa fyrimun
Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Fiskimálaráðið til landsstýrismálanevndina um fiskidagarnar
Absalon í Buð er formaður í Meginfelagi Útróðrarmanna
 
07.02.2017 - 14:27

Atgongdin til tilfeingið er skeiklað til frama fyri trolarar, og til skaða fyri húkaflotan, og uppskotið hevur við sær, at rættindi varandi verða tikin frá teimum bólkunum.

Tað sigur Meginfelag Útróðrarmanna í svari til Landsstýrismálanevndina, sum vildi hava meira at vita um kæruna, sum MÚ sendi nevndini í desember í fjør um ásetingina av fiskidøgum fyri hetta fiskiárið.

Felagið vísir á, at tað varð gjørt, uttan at løgtingið hevur fingið upplýsingar, um tað ber til at samtykkja eitt lógaruppskot, sum flytir rættindi millum rættindahavarar, uttan at koma í stríð við tey konsessiónsrættindi, sum løgtingið í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur tryggjað rættindahavarunum til 1. januar 2018.

Tá fiskidagarnir verða ásettir, áliggur tað landsstýrismanninum at leggja fyri løgtingið allar upplýsingar, ið hava týdning fyri viðgerðina av málinum.

Og so vísir felagið á nøkur dømi um tær broytingar sum vórðu gjørdar, at bert húkaflotin misti rættindi, meðan trolararnir varðveittu síni rættindi.

Fiskimálaráðið evsti myndugleiki

Hálvan desember í fjør kærdi Meginfelag Útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Landsstýrismálanevndina um fiskidagarnar fyri hetta fiskiárið.

Felagið vísti m.a. á, at Fiskimálaráðið er evsti fyrisitingarmyndugleiki, og hevur tí vitan, førleika og royndir, ið eiga at geva tingfólkum grund fyri at halda, at mál haðani eru fyrireikað á slíkan hátt, at tey eru búgvin at viðgera.

Eitt nú eiga tingfólk at kunna ganga út frá, at heimildirnar fyri tí, ið skotið verður upp, eru í lagi.

Við at lata tinginum málið partvís, uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks ímálinum, og partvís - at síggja til - uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, ið skotin verða upp, so hevur landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað villeitt Løgtingið.

Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og atkvøtt í blindum í málinum um fiskidagarnar, segði Meginfelag Útróðrarmanna m.a. í kæruni til Landsstýrismálanevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155