- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verða ikki bjóðaðir higar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_og_putin-.jpg?itok=ihdwaqcb)
Hava teir hug at hava toppfund í Føroyum, so eru teir vælkomnir higar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað Miðflokkinum.
Miðflokkurin heitti á løgmann um at bjóða amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast.
Miðflokkurin sigur, at Donald Trump alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at hitta russiska forsetan Vladimir Putin, og at hann møguliga vil hava tann fundin at vera í Íslandi.
SÍ EISINI Bjóða Trump og Putin til Føroya
Tí mælti Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast. Løgmaður kallar uppskotið hjá Miðflokkinum stórætlað.
Men, leggur hann afturat, vit mugu gera okkum púra greitt, at ríkisovastarnir í USA og Russlandi gera av, um og hvar teir ætla at hittast.
Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig til at fáa slíkan toppfund til Føroya, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.