- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið ov nógvan skund
Feløgini, sum fáa lógaruppskot til hoyirngar, finnast framvegis at landsstýrinum fyri at áseta ov stuttar hoyringsfreistir.
Arbeiðsgevarafelagið sigur bart út, at ber ikki til at geva nóg langar hoyringarfreistir, eiga lógaruppskotini heldur at bíða til næstu tingsetu í staðin fyri, at hoyringin verður skundað ígjøgnum.
Ráðgevarafelagið sigur, at tað als ikki er í lagi, at lógaruppskot verða send út við so stuttari hoyringarfreist. Tað er órímiligt at vænta, at til ber at fáa fatur í upplýsingum til nóg góðar viðmerkingar við so stuttari freist, sigur Ráðgevarafelagið.
Handverksmeistarafelagið átalar sera stuttu hoyringarfreistina, sum felagið fekk í sambandi við eitt lógaruppskot.
Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at hoyringarfreistin eigur at vera fýra vikur. Lógartænastan sigur, at hendan freistin, fýra vikur, eigur ikki at verða skerd, uttan so tað er átrokandi neyðugt.
Lógartænastan heitir staðiliga á aðalráðini um at leggja fyrireikingararbeiðið við lógaruppskotum soleiðis til rættis, at tey, sum skulu hoyrast, fáa fýra vikur til tess.
Tað er aloftast av tíðarneyð, at uppskot als ikki verða send til hoyringar, ella at hoyringartíðin verður skerd heilt niður í nakrar dagar, sigur Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni.