10.flokkur skal tillagast

10.flokkur skal tillagast
Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni eitt álit um 10.flokk, har tey millum annað mæla til at skipa fýra eindir kring landið.
 
03.02.2017 - 08:09

Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk í Fólkaskúlanum. 

Álitið verður nú viðgjørt í ráðnum, og í næstum verða politisku flokkarnir kallaðir inn til fund.

Niðurstøðan hjá Fólkaskúlaráðnum er, at tað er týdningarmikið at halda fast við eitt 10. floks tilboð, men ávísar tillagingar og broytingar eiga at vera framdar.
 
Mælt verður m.a. til at skipa fýra 10. floks eindir kring landið, so eindirnar gerast hóskandi í stødd. Eisini verður mælt til nakrar innihaldsligar broytingar, so 10. flokkur strembar meira eftir at verða byrjanin til tilgongdina hjá næmingunum frameftir, heldur enn endin á fólkaskúlanum, sigur ráðið í einum tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155