Sniálvur vann við einari atkvøðu

Sniálvur vann við einari atkvøðu
Stjórnarval til Føroya Fiskimannafelag hevur verið í dag, og størsti spenningurin var í Sandoyar Sýslu
 
01.02.2017 - 16:35

Tað varð stórur spenningur, tá uppteljingin til stjórnarvalið í Føroya Fiskimannafelag var liðug í morgun.

Dystarval var bara í Sandoyar Sýslu, og tá liðugt var at telja upp, hevði Tummas Frank Joensen, sum hevur umboðað sýsluna seinasta valskeiðið, fingið 19 atkvøður og avbjóðarin Sniálvur Røvilsberg somuleiðis 19 atkvøður.

Men so var ein atkvøða, sum ivi var um, tí atkvøðuseðiling var ikki útfyltur akkurát sum fyriskrivað, skrivar Fiskimannafelagið.

Tí mátti advokatur boðsendast at taka støðu, og hann gjørdi av, at atkvøðan skuldi teljast við. Henda atkvøðan var til Sniálv Røvilsberg, sum sostatt vann við 20 atkvøðum ímóti 19.

Tá ein atkvøða ikki er útfylt júst eftir forskriftunum, verður kannað um nakar ivi er um, hvønn ella hvat viðkomandi hevur ætlað at atkvøtt fyri.

Er ongin ivi um tað, eigur atkvøðan at telja við, og tað var hesa niðurstøðu, sum advokaturin kom til eftir at hava eftirkannað valúrslitið, skrivar Fiskimannafelagið.

Sniálvur Røvilsberg hevur fyrr sitið í stjórnini hjá Føroya Fiskimannafelag, men tapti ímóti Tummas Frank Joensen í 2014.

Nú hevur hann so vunnið sessin aftur. Sólberg Olsen í Miðvági er eisini nýggjur í stjórnini.

Hann er valdur uttan mótvalevni í Vága Sýslu, har Andrias Berglíð, ið umboðaði sýsluna fleiri valskeið, ikki stillaði uppaftur, skrivar Fiskimannafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155