Kommuna vildi talgilda ruskspannir fyri milliónir

Kommuna vildi talgilda ruskspannir fyri milliónir
Tórshavnar Kommuna hevði í fjør ætlanir um at talgilda allar sínar ruskspannir fyri íalt 17,5 milliónir við eitt felag, sum ikki er stovnað enn
 
01.02.2017 - 18:30

Ein ruskspann við internet-sambandi og við ljósi, sum kunnu setast til ein mikspult. 

Og ítróttarfólk, ið koyra á elsúkklum í havnargøtum og savna inn skrell.

Tað er eitt hugskot, sum umsitingin í Tórshavnar Kommunu og nakrir politikarar í undanfarna býráðið hildu vera gott.

So gott, at tey vóru sinnað at útvega hálva fjórðu millión til verkætlanina - um árið - í fimm ár.

Seks manna toymið

Hugskotið eigur fyritøkan Garbagie, saman við umsitingini í Tórshavnar Kommunu, sum ynskir ein grønari profil og sum hevur ásannað, at hon ikki hevur nóg nógvar ruskspannir og ei heldur nóg nógva orku at viðlíkahalda og tøma tær.

Toymið handan Smápartafelagnum Garbagie, ið verður skrásett í Havn, telur seks fólk, sambært lýsingartilfarinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Tríggir sivilingenørar og ein datalogur skulu menna skipanina.

Eitt PR-fólk skal standa fyri marknaðarføringini.

Hans Fróði Hansen, íverkseti, stendur fyri konseptmenningini.

Gudmund Djurhuus, sum er kendur konsertfyriskipari, skal samskipa sjálva tømingina og burturkastið,.

Harumframt stendur ein ráðgevi at vera knýttur at toyminum. Tað er íverksetin Heini Zachariassen, sum man vera mest kendur fyri heimskendu vín-appina Vivino, verður nevndur sum ráðgevi hjá fyritøkuni.

Umhvørvisnevndin vildi lata 17,5 mió

Innleiðandi samráðingarnar millum Garbagie og kommunuumsitingina ganga so væl, at Náttúru- og Umhvørvisnevndin eftir tilmæli frá tekniska stjóranum í heyst gevur  umsitingini heimild at samráðast við fyritøkuna um samstarv.

3. november kann tekniski stjórin leggja uppskot til sáttmála fyri nevndina - við sáttmálanum bindur kommunan seg til at brúka hálva fjórðu millión krónur árliga - í eitt fimm ára tíðarskeið.

Sáttmálin verður seinni tillagaður og góðkendur av Nátturu- og umhvørvisnevndini.

5 ára tíðarskeiðið verður stytt til 2 ár, og kostnaðurin verður lækkaður til hálva aðru millión um árið.

Ítróttarfólk sum ruskmenn

Nýggja uppskotið leggur upp til eina royndarverkætlan, sum millum annað snýr seg um at talgilda allar ruskspannir og at menna software at tøma tær við hvørt vikuskifti. 

Ruskmenninir skulu ikki vera teir hjá kommununi men fyrst og fremst ungfólk millum 15 og 18 ár - gjarna kend andlit úr ítrótti - , sum skulu koyra frá ruskspann til ruskspann við el-súkklum. 

Ætlanin er eisini at gera vart við seg á sosialu miðlunum og at skipa fyri kunningarátøkum - eitt nú saman við skúlunum, har varpað verður ljós á burturkast.

Fíggjarnevndin noktaði at geva pengar

Náttúru- og Umhvørvisnevndin samtykkir broyttu verkætlanina 1. desember.

Men so kemur stígur í. 

Eina viku seinni velur fíggjarnevndin at útseta málið til eftir nýggjár, við teirri grundgeving, at eingin peningar er tøkir á fíggjarlógini fyri 2016.

Sigrun Mohr, táverandi forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, sum annars hevði tikið so væl ímóti hugskotinum, roynir tó at fáa málið á skrá á býráðsfund, áðrenn nýggja býráðið tekur við. 

Men lítið nyttar, tí á býráðsfundi 15. desember verður málið tikið av aftur skrá.

Felagið ikki stovnað enn

Harvið er málið um talgildu ruskspannirnar lagt upp í hendurnar á nýggja býráðnum at taka støðu til, um tað verður veruleiki ella verður tveitt í - ja - ruskspannina.

Ein onnur óvissa snýr seg um sjálvt felagið handan hugskotið.

Smápartafelagið Garbagie, sum kommunuumsitingin hevur samráðst við fleiri ferðir, og sum bæði tekniski stjórin og Náttúru og -Umhvørvisnevndin ætlaði at gera ein milliónasáttmála við - er enn ikki skrásett hjá Skráseting Føroya.

Tað er ikki stovnað enn.

Onga viðmerking

Tað er ikki eydnast okkum í dag at fáa viðmerking frá Mikael Viderø, tekniska stjóra í Tórshavnar Kommunu.

Hans Fróði Hansen, ein í toyminum, hevur ongar viðmerkingar til verkætlanina, meðan hon er til politiska viðgerð.

Vit hevur eisini samskift við Heina Zachariassen, stjóra í Vivino, og hann kennist ikki við, at hann skal vera ráðgevi hjá felagnum.

Men hann sigur, at hann hjálpir nógvum, sum eru í ferð við at stovna fyritøku, - bæði í USA og í Norðurlondum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155