- Tíðindi, mentan og ítróttur
Egingjaldið fyri heilivág hækkar
Heilsu- og innlendismálaráðið fyrireikar uppskot um broytingar tilskotsstiganum, sum er sent til hoyringar.
Borgarar, sum eru millum 18 og 67 ár, og sum nú rinda í mesta lagi 2.060 krónur í egingjaldi um árið, fara sambært broytingini at gjalda 96 krónur meira, ella 2.156 krónur um árið.
Tey, sum eru 67 ár og eldri, og sum í løtuni rinda 1.317 krónur um árið, fara eftir broytingina at gjalda 164 krónur meir í egingjaldi um árið, ella tilsamans 1.481 krónur.
Børn og ung undir 18 ár gjalda ikki egingjald.
Á fíggjarlógini í ár er játtanin til heilsutrygdarveitingar skerd hálva aðru millión krónur, og tí er neyðugt at tillaga útreiðslurnar, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið.
Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at sparingarnar í tilskotinum til heilivág skulu raka tey, sum í dag rinda mest í egingjaldi, lutfalsliga minst.
Heilsu- og innlendismálaráðið væntar, at við broytingini verða spardar góðar tvær milliónir kr. í tilskoti til heilivág um árið.