Mæla frá at linka krøvini til læknaváttanir

Mæla frá at linka krøvini til læknaváttanir
Føroya Arbeiðsgevarafelag kennir seg hildið fyri spott, nú landsstýrið er í ferð við at broyta dagpeningalógina
Ætlanin er at fáa Løgtingið at linka kravið um læknaváttan, tá fólk eru sjúk. Læknaváttan skal ikki krevjast fyrstu vikuna. Hesum mælir Arbeiðsgevarafelagið staðiliga frá
 
30.01.2017 - 10:31

Ætlanin er at fáa Løgtingið at linka kravið um læknaváttan, tá fólk eru sjúk. Læknaváttan skal ikki krevjast fyrstu vikuna. 

Hesum mælir Arbeiðsgevarafelagið staðiliga frá. Sambært viðmerkingunum um lógarbroytingina eru avleiðingarnar fyri vinnuna lítlar ella ongar.

Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið vera at gera alt ov nógv av. Felagið sigur, at ikki verður nevnt eitt orð um eyka útreiðslur hjá arbeiðsgevarum, um kravið um læknaváttan fyrstu vikuna verður strikað.

Fer at kosta arbeiðsgevarum meira

Talan er, sambært uppskotinum, um “bagatellmark.” Í okkara eygum, siga arbeiðsgevararnir í hoyringarsvarinum, er tað beinleiðis forhánisligt at kalla hetta bagatell. 

Tað er lítið at ivast í, at linari krav um læknaváttan fer at økja fráboðanirnar til dagpengaskipanina. Og tað fer at hava við sær størri útreiðslur hjá arbeiðsgevarum.

Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at tað eigur altíð at vera krav fyri at fáa dagpening, at lækni hevur váttað, at umsøkjarin er sjúkur. Arbeiðsgevarar rinda fólki dagpeningin fyrsta og annan dagin, tey eru sjúk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946