- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður til Hetlands á vitjan
Løgmaður til Hetlands á vitjan
Løgmaður skal hitta Malcolm Bell og aðrar hetlendskar politikarar, og umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar
30.01.2017 - 07:20
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er farin til Hetlands á almenna vitjan. Malcolm Bell, hetlendski stjórnarleiðarin, er vertur.
Løgmaður skal hitta Malcolm Bell og aðrar hetlendskar politikarar, og umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar. Vitjanin í Hetlandi endar mikudagin.
Malcolm Bell var í Føroyum í september í fjør. Tá vóru hann og Aksel V. Johannesen samdir um, at Føroyar og Hetland hava felags avbjóðingar, og tí kunnu londini læra hvørt av øðrum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV