- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja hækkar sildakvotu 150.000 tons
Ósemjan millum strandarlondini um, hvussu tey skulu býta sildakvotuna, ger, at kvoturnar, sum londini hava ásett sær, eru 150.000 tons størri enn heildarkvotan, sum londini annars eru samd um.
FiskaribladetFiskaren tekur samanum, nu eisini Føroyar hava ásett sína sildakvotu fyri 2017.
Fiska øll londini sínar kvotur, verða 800.000 tons av norðhavssild fiskað í ár, 150.000 tons meira enn heildarkvotan er.
Fiskifrøðingar ávara
Hetta hendir samstundis sum fiskifrøðingar siga, at stovnurin er á markinum til, hvat hann tolir. Gýtingarstovnurin er fimm milliónir krónur.
Londini eru heldur ikki samd um svartkjaft.
Sambært seinastu semjunum millum strandarlondini um býtið eiga Føroyar 5,1 prosent av norðhavssildini og 26 prosent av svartkjaftinum.
Men nú samráðingar um nýggjan býtislykil vera í heyst, hava Føroyar tikið sær 20 prosent av sildini og 35 prosent av svartkjaftinum í 2017.