- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lættari at gera brennivín í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brennivin.jpg?itok=obVA_dqs)
Nú verður lættari at gera brennivín í Føroyum.
Vinnumálaráðið mælir til at broyta rúsdrekkalógina, so loyvt verður at innflyta ethanol.
Ethanol verður brúkt, tá brennivín verður gjørt. Men sambært galdandi lóg er forboðið at innflyta ethanol, tí tað er sterkari enn 60 prosent.
Men nú skulu góðkend virki, sum gera brennivín, fáa loyvi at innflyta ethanol.
Innflyta uttan um Rúsuna
Virkini skulu eisini sleppa at innflyta ethanol uttan um Rúsdrekkasøluna, sum annars hevur einarætt at innflyta rúsdrekka.
Sambært Vinnumálaráðnum hava tey, sum gera rúsdrekka í Føroyum, biðið um møguleikan at innflyta ethanol.
Ethanol, sum fæst til keyps í Evropa, er næstan 100 prosent sterkt.