- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alivinnan: Ikki fleiri undantøk í loðslógini
Alarar vilja framvegis ikki hava fleiri undantøk í lógini um loðsskyldu.
Havbúnaðarfelagið mælir frá at sleppa føroyskum farmaskipum, sum eru styttri enn 100 metrar, undan loðsskylduni.
Felagið sigur í hoyringarsvari, at heldur ikki hesa ferð hevur landsstýrið kannað, hvør vandi kann standast av at gera loðslógina linari.
Stór virði fyri skeytið
Broytingarnar, sum landsstýrið nú vil hava, gera, at stór virði kunnu fara fyri skeytið, sigur Havbúnaðarfelagið.
Aliringar eru uttan fyri nógvar havnir í Føroyum, og alarar stúra fyri, at teir eru í vanda, um loðsskyldan verður linkað.
Harafturat gera alarar alt fyri at fyribyrgja, at laksur sleppur úr ringunum.
Hóast skiparin á einum handilsskipi undir 100 metrum ongantíð ella bara hendingaferð hevur ført skip inn í føroyska havn, verður hann eftir lógaruppskotinum hjá Vinnumálaráðnum frítikin fyri loðsskyldu.
Krevur nógva umsiting
Og krevur loðskravið ov nógva umsiting, ja, so eigur Vinnumálaráðið at loysa tann spurningin á annan hátt enn at linka loðskravið, sigur Havbúnaðarfelagið.
Havbúnaðarfelagið sigur, at tað er náttúrligt við loðskravi í einum landi, sum livir av óspiltari náttúru, og har stór samfelagsvirði eru nærhendis siglingarleiðunum.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip mælir í sínum svari í staðin til, at øll føroysk handilsskip, sama hvussu long, tey eru, verða undantikin loðsskyldu eins og føroysk fiskiskip og skipini hjá Strandferðsluni.
Eigur ikki at hava loðsskyldu
Nú loðslógin hevur virkað í fýra ár, er vorðið greitt, at ein skipabólkur hevur loðsskyldu, sum ikki eigur at hava hesa skylduna, sigur Vinnumálaráðið.
Og tað eru føroysku handilsskipini, sum eru styttri enn 100 metrar.
Vinnumálaráðið mælir tí til at broyta loðslógina, so hesi skipini sleppa undan loðsskylduni. Uppskotið hevur verið til hoyringar.
Uppskotið um lógarbroytingina ger eisini, at kommunur fara at missa inntøkur, tí loðsgjøldini verða færri.