- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera herda revsing
Revsilógin skal herðast, tá ræður um kynslig brotsverk. Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði stutt fyri jól uppskot fyri Løgtingið um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum er um kynslig brotsverk.
Funnist verður at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki eru dagførdar, síðani revsilógin varð yvirtikin í 2009.
Broytingar í gildi 1. mars
Serliga er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, um at misbrúka fólk, sum ikki fáa vart seg, og kynsligt samband við ættleidd børn.
Harafturat verða nøkur kynslig brotsverk ikki revsað, um tey verða framd í hjúnalagi, ella kann revsingin detta burtur, um partarnir seinni giftast.
Herðingarnar í revsiógini skulu koma í gildi 1. mars. Fyrsta viðgerð er á tingfundinum í dag klokkan 11:00.