- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða Trump og Putin til Føroya
Miðflokkurin heitir á løgmann, um at bjóða komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast.
Teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum skriva soleiðis í tíðindaskrivinum:
"Í sambandi við at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at møta russiska forsetanum Vladimir Putin, og at hann møguliga ynskir at halda fundin í Íslandi, mælir Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast."
"Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stórveldini. Landafrøðiliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum," skriva Jenis av Rana og Bill Justinussen í tíðindaskrivi.