- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biður um longda freist
Biður um longda freist
Mentanarnevndin, sum viðger uppskotið um at geva stórmeistarum í talvi løn, hevur biðið um longda freist til viðgerðina
18.01.2017 - 09:54
Fyri 1. februar fæst at vita, hvat Mentanarnevndin hjá Løgtinginum heldur um uppskotið hjá Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum um, at stórmeistarar í talvi fáa løn úr landskassanum.
Mentanarnevndin hevur havt uppskotið síðani 22.november í fjør, men er ikki liðug við tað enn.
Nú hevur nevndin biðið løgtingsformannin um longda freist til at skriva álit um málið. Nevndin ætlar at leggja álit fyri tingið fyri 1. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV